- Vit hava onki ímóti, at landið setir 40-50 milliónir í ein serligan grunn, sum skal hava til endamál at venda negativu gongdini í Suðuroy.
Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Sostatt tekur flokkurin undir við ætlanini at gera eina vakstraravtaluni fyri Suðuroy, sum tosað hevur verið um nú í tvey ár.
Men Kári P. Højgaard staðfestir samstundis, at tað kann als ikki vera treytaleyst, at landið setir pening í ein serligan grunn, sum skal hjálpa til at venda gongdini í Suðuroy.
Hann heldur nevniliga, at hesin spurningurin skal tengjast saman við spurninginum um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman.
- Skal landið lata Suðuroynni menningarstuðul, skal tað vera ein avgjørd treyt, at øll oyggin fyrst verður løgd saman í eina kommunu, sigur formaður Sjálvstýrisfloksins.
Tað er alt, sum bendir á, at andstøðan ein av fyrstu døgunum fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroy.
Ger samgongan tað ikki, hevur Sjálvstýrisflokkurin onki ímóti at gera tað sjálvur.
- Tað er í fínasta lagi, at tiltøk verða sett í verk fyri at lyfta Suðuroynna, men tað eigur avgjørt at verða ein treyt fyri tí, at øll oyggin stendur saman sum ein eind og at øll oyggin sostatt verður løgd saman í eina kommunu.
- Verður ongin samanlegging, verður heldur ongin Suðuroyargrunnur, stendur tað til okkum í Sjálvstýrisflokkinum, leggur hann afturat.
Ein gularót til Suðuroyingar
Kári P. Højgaard heldur tí, at landið eigur at brúka lyftið um ein suðuroyargrunn sum eina gularót fyri at fáa suðuroyingar at leggja allar kommunurnar í oynni saman.
- Men skal nakar framburður og skal nakar dynamikkur av álvara verða í Suðuroy, er tað ein avgjørd fortreyt, at øll oyggin verður ein kommuna og so er tað í fínasta lagi, at landið bjóðar suðuroyingum ein menningargrunn sum eina gularót afturfyri at leggja saman.
Sjálvur heldur hann, at gongdin í Suðuroynni er skeiv við alsamt minkandi fólkatali og at tað tí er neyðugt at taka serlig stig fyri at venda gongdini.
- Tí er Suðuroy í eini serstøðu og av tí, at oyggin er so fjarskotin, er avbjóðingin serliga stór og tí havi eg onki ímóti, at landið hjálpir til, leggur hann afturat.
- Tað, sum tørvur er á í Suðuroy, eru størv til fólk við útbúgving og ein menningargrunnur kann avgjørt verða við til at seta mangt og hvat ígongd.
- Men skal landið taka serlig stig fyri at menna Suðuroynna, mugu suðuroyingar eisini taka serlig stig fyri at fáa fult gang av teimum tiltøkum, landið setir í verk.
- Við fleiri kommunum í Suðuroy, fæst ikki fult gagn av tí framburði, ein suðuroyargrunnur kann
føra við sær, tí so kann alt enda í einum eljustríði um, hvørjum kommunum, tey ymsu tiltøkini skulu setast í verk í.
- Men verður Suðuroyggin ein kommuna, verður munandi lættari hjá Løgtinginum at góðtaka, at 40-50 milliónir verða brúktar úr landskassanum til at menna oynna, tí so fær øll oyggin gagn av tí og ikki bara einstakar kommunur.
- Hinvegin dugi eg ikki at síggja, at full nytta fæst úr einum slíkum ódnartakið, skal peningurin tægast sundur ímillum fleiri kommunur, ístaðin fyri at finna eitt felags stev.
Hann sigur, at mangan aftra kommunur seg fyri samanleggingum, tí tær stúra fyri at hvørva í eini størri heild og tí kann tað vera neyðugt við eini gularót.
- Men størri gularót fáa suðuroyingar ikki enn ein grunnur uppá 40-50 milliónir.
Hava víst vilja
Kári P. Højgaard heldur eisini, at suðuroyingar eru sinnaðir at leggja saman.
Í seinasta valskeiði boðaðu býráðið í Vági og á Tvøroyri frá, at tey vóru sinnað at viðgera spurningin um at leggja saman, men so skuldu tey fáa frælsi at leggja viðurskiftini í oynni til rættis sjálvi.
Tað var í sambandi við ætlanini at flyta miðnámsskúlan til Hovs. men tá ið landsstýrið tvíhelt um at skúlin skuldi flytast, datt tað burtur.
Hevur drigið út
Tosað hevur verið í eini tvey ár um at gera eina vakstraravtala fyri Suðuroynna, sum skal fáa vinnulívið og sostatt oynna á føtur aftur, men tað hevur drigið út.
Kortini hevur nýggja CHE samgongan beinleiðis felt tað í samgonguskjalið, at ein vakstrarætlan fyri Suðuroy verður framd í verki.
Teir, sum higartil hava arbeitt við ætlanini, hava staðiliga víst á, at talan skal ikki vera um eina vakstrarætlan, men um eina vakstraravtalu, har landið, kommunurnar, vinnulív og aðrir partar, beinleiðis binda seg til at seta nøkur ávís tiltøk í verk fyri at venda gongdini í Suðuroynni.
Fyrsta stigið á leiðini verður sostatt at kanna nágreiniliga, hvørjar vinnur tað loysir seg seg at leggja seg eftir at menna í Suðuroy. Men tað er eisini neyðugt beinanvegin at hava 50 milliónir krónur at seta tey vinnuligi tiltøkini í verk fyri, tí ein fortreyt fyri avtaluni er, at partarnir binda seg til at seta tiltøkini í verk.
Kommunurnar í Suðuroy hava bundið seg til at seta 10 milliónir krónur tilsamans í ein grunn tey næstu fimm árini, men ætlanin hevur so verið, at landið skal binda seg til at seta 40 milliónir í hendan sama grunnin.
Higartil hevur landið kortini ikki viljað játtað sín part, men nú er tað so beinleiðis komið í samgonguskjalið, at ein vakstrarætlan fyri Suðuroy skal setast í verk.