Gula skipið í Havn

Finnbogi Arge
----

Langabbi mín úr Vestmanna , Jóannes Vørmadal, gjørdist, sum so mangur annar, í ørviti á ellisárum. Tá hann síðst í fimtiárunum vitjaði dóttrina í Havn, Mallu hjá Bil-Óla, í húsinum har sum Mimir nú heldur til , hugdi hann út gjøgnum vindeygað og spurdi, hvat tað var fyri eitt stórt gult skip, sum var komið at liggja beint frammanfyri húsini .
Tað var ivaleyst eisini torført hjá honum at skilja, at útsýnið oman á grasfløtuna , sum bretar høvdu hertikið við barakkum undir krígnum, nú brádliga var vorðið til eitt ovurstórt skip, sum var skorað niður millum vælskipaðu smáu lonirnar í Tróndargøtu og Tórsgøtu og sum fylti so nógv, at himmalin bert sást um hugt var beint upp í loft.
Hóast klossutur, so lá skúlin væl, tætt við Nonnuskúlan og tætt við barnaríka raburbukvarterið og ikki var so langt frá Jónas Broncksgøtu niðan til skúlan. Staðið var optimalt, øll kundu bókstaviliga ganga í skúla, og tað gjørdu tey eisini, tí bilisman var ikki komin tá. Tað uddi av lívi í og kring skúlan, men reint estætiskt var tað eitt mistak, tí skúlin passaði ikki inn í umhvørvið.
Nú eru skjótt tveir mansaldrar síðani skúlin var bygdur, og nógv er broytt. Býurin er vaksin í vavi, og teir flestu ungdómarnir búgva nú uttanfyri Havnina, uppi í Hoyvík, á Argjum og aðrastaðni, bert tey fægstu eru eftir í miðbýnum.
Stórir nýmótans skúlar eru bygdir, har ungdómurin nú er, og ætlanir eru frammi um at gera ein Vesturskúla, sum skal samskipast við skúladepilin á Marknagili og avloysa Venjingarskúlan og Kommunuskúlan.
Tíðin tykist vera farin frá gula kommunuskúlanum, og vit hava fingið ein einastandandi møguleika at bøta um tað æstetiska mistakið, ið varð gjørt í 1956. Taka vit skúlan niður, kunnu vit fríðka økið aftur og forleingja Grasagarð niðaneftir móti Sjónleikarahúsinum.
Hvat skal so koma ístaðin? Møguleikarnir eru nógvir. Ein vakur urtagarður við standmynd av fremstu skaldum okkara, er ein møguleiki. Staðið hjá musikklívinum í Havnini, er ein annar. Íbúðir ein triði. Eitt nýtt Vagl uttan gjøgnumkoyrandi bilar er ein fjórði møguleiki.
Ella hvat við einum minni skúla, sum passar inn í umhvørvið ? Húsini rundanum høvdu komið til sín rætt, um gula skipið hjá langabbanum loysti frá landi aftur. Finnbogi Arge