Gula marran hjá HB

HB hevur ikki fingið bestu byrjanina á kappigarárið 2007. Hópurin tykist at vera sterkur sum ongantíð áður, men illa hongur saman hjá meistarunum. Í dag fingu teir vitjan av GÍ, sum fór aftur til Gøtu við øllum trimum stigunum.

 

Tað byrjaði annars eftir ætlan hjá HB, sum legði seg á odda í 22. minutti. Tað var Mortan úr Hørg, sum frá spískum vinkli legði heimaliðið á odda 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

 

Seinni hálvleikur gjørdist heldur rokmikil. Nógv mál og tvey reyð kort vórðu sýnd fram til áskoðararnir, sum vóru komnir saman hendan 2. páskadag. Nýggi miðvallarin hjá HB, Milan Culjic, varð rikin av vølli fimm minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið hann fekk sítt næsta gula kort. So varð málveitslan sett í gongd.

 

Fyrst var tað Jóhan Dávur Højgaard, ið javnaði fyri GÍ. Tíggju minuttir seinni var tað aldursforsetin, Hans á Lag, sum legði havnaliðið á odda 2-1. Sami Hans á Lag var á blettinum tíggju minuttir seinni ? hesuferð í skeiva endanum. Við einum sjálvmáli javnaði hann fyri GÍ, og nú fingu GÍ blóð á tonnina. Bert tveir minuttir seinni skoraði Hans Pauli Peteren sigursmálið fyri gøtumenn, sum harvið vunnu 3-2.

 

Í seinastu sekundunum fekk Kári Nielsen reytt kort, tá ið hann eftir eina ella aðra hending á miðvøllinum varð ov nógv fyri dagsins dómara, Rúna Gaardbo.

 

GÍ hevur nú fingið gongd á, eftir eina heldur laka byrjan. Teir hava 4 stig, meðan HB framvegis er á trimum stigum.

 

HB ? GÍ 2-3:

1-0: Mortan úr Hørg

1-1: Jóhan Dávur Højgaard

2-1: Hans á Lag

2-2: Sjálvmál

2-3: Hans Pauli Petersen