Guitarleikari í Monkees deyður

Michael Nesmith er deyður, 78 ára gamal.

 

Hann var guitarleikari í sekstiárabólkinum The Monkees, ið m.a. gjørdust kendir við I’m a Believer, Last train to Clarksville og Daydream Believer. Monkees var eisini við í sjónvarpsrøð við sama navni.

 

Nesmtih hevði egna yrkisleið á palli eftir at bólkurin fór hvør til sítt í 1970, og hann var eisini films- og sjónvarpsframleiðari.

 

Bólkurin fann fleiri ferðir samanaftur frá 2010 og frameftir.

 

Sambært útlendskum miðlum sigur familjan hjá kenda guitarleikaranum, at hann doyði av náttúrligum orsøkum.

 

##med2##