Guitarhetja farin

Dick Wagner er deyður. Kendur er hann fyri samstarv við t.d. Kiss, Alice Cooper og Lou Reed.

Guitarlegendan Dick Wagner er deyður. Kendur er hann fyri samstarv við t.d. Kiss, Alice Cooper og Lou Reed.


Dick Wagner gjørdist 71 ár.


Fyrst hevði hann egnar bólkar, The Frost og The Bossmen.


Seinni samstarvaði hann við stóra framleiðaran Bob Ezrin. Soleiðis kom samstarv í lag við t.d. Alice Cooper, og fekk Wagner eisini týðandi leiklut, tá Cooper fór solo.


Wagner hevði eisini stóran leiklut í klassisku útgávuni Berlin, sum Lou Reed gav út í 1973 og somuleiðis á live útgávuni Rock N Roll Animal frá 1977.


Seinni hoyrdist guitarin hjá Wagner á Kiss útgávunum Destroyer og Revenge, eins og á fyrstu solo útgávuni hjá Peter Gabriel frá 1977.


Lagið Not Only Women Bleed hjá Wagner er kent. Tina Turner, Etta James, Guns N' Roses, Lita Ford og Tori Amos hava seinni sungið sangin.