Fremstu tónleikarar í landinum fara at framføra. Eitt nú Guðrið Hansdóttir, Kári P, Martin Joensen, Uni R. Debess og Rasmus Rasmussen. Heiðrikur á Heygum hevur sniðgivið plakat til tiltakið, sum fólk kunnu ogna sær.
Enn er pláss fyri guitarum. So um onkur hevur ella kennur onkran sum eigur ein serligan guitar, eru fólk vælkomin at skriva til: guitarframsyning@gmail.com, ella ringja til fyriskiparan av framsýningini Regin Dalsgaard tel. 596061
Opið frá kl. 14.00 til 20.00. Atgongumerki við dyrnar kr. 100,- (børn ókeypis). Atgongumerkið er galdandi báðar dagarnar. Kafé verður eisini, har ið fólk eitt nú kunnu keypa sær kaffi, sodavatn og køkur.
Yvirskotið av tiltakinum fer til Føroya Felag móti Krabbameini.