Nordic Guitar Duo er, sum navnið sigur, ein gittar-duo, hvørs limir eita Alvi Joensen og Max Näpel.
Alvi Joensen er uppvaksin í Norðragøtu og hevur spælt gittara, síðani hann var 8 ára gamalur. Eftir Musikkskúla Miðnám í Tórshavn fór hann at lesa víðari á tónleikaháskúlanum í Malmø, har hann nú hevur fingið sítt Master-prógv.
Max Näpel er úr Týsklandi og byrjaði at spæla gittara, eins og Alvi, sum 8 ára gamalur. Seinni gekk hann á einum tónleika-studentaskúla í Arvika í Svøríki. Eftir tað gekk leiðin til tónleikaháskúlan í Malmø, har hann nú hevur gjørt sína Bachelor-útbúgving lidna.
Til sínar próvskonsertir settu Max og Alvi hvør sína skrá saman, og tað verða partar úr hesum skráum, sum verða at hoyra mikukvøldið.