Í annaðkvøld klokkan 19 verður jólakonsert har ymiskur jólatónleikur verður á skránni.
Hetta er árliga jólakonsertin hjá Norðljómur og Eiðis Ljómfelag. Tey sum luttaka eru næmingar frá tónlistaskúlanum Norðljómur og orkestrið Eiðis Ljómfelag.
Í ár verða eisini fara somuleiðis góðir næmingar frá Nes sóknar musikkskúla at spæla klarinett og saxofon.
Sagt verður, at tónlistarlívið mennist í Sundalagnum og á Eiði, her fólk nú so smátt eru vorðin von við hesir konsertir, sum avgjørt eru komnar fyri at vera.
Í ár verður møguligt at hoyra guittarspælarar, blásarar og orgul.
Konsertin varir í umleið ein tíma.