Gudstænastan avlýst vegna streymfeil

Sunnudagin virkaðu hvørki kirkjuklokkurnar ella orglið í Gjáar kirkju.

- Tað er øgiliga óvanligt, at gudstænastan verður avlýst í Gjáar kirkju. Tað eru ikki nógvir dagur, um nakar, at gudstænastan er avlýst í ár.


Tað sigur Páll Sivertsen, sum í nógv ár hevur verið deknur í Gjáar kirkju, aftaná at gudstænastan seinasta sunnudag varð avlýst, tí hvørki kirkjuklokkurnar ella orglið virkaðu.


Páll Sivertsen greiðir frá, at hann varð uppringdur áðrenn gudstænastuna við boðum um, at hann ikki nýttist at koma, tí sikringarnar í kirkjunar vóru allar farnar.


- Orglið er sjálvspælandi. Tað vil siga, at allir sangirnar eru frammanundan spældir inn á diskettir. Tá so gudstænasta er í Gjáar kirkju, og eingin er, ið dugir at spæla orgul, so verða diskettirnar spældar í staðin. Men sunnudagin virkaði einki, so gudstænastan varð avlýst.


Deknurin í Gjáar kirkju veit enn ikki at siga, um orglið og kirkjuklokkurnar hava fingið skaða, ella um tað bara eru sikringarnar, ið eru farnar.


Tað var fríggjadagin, at ein feilur var í elnetinum hjá SEV norðarlaga í Eysturoynni. Tað førdi við sær, at ov høgur spenningur varð sendur til fleiri bygdir, við tí avleiðing, at fleiri eltól fingu skaða.