Gudstænasta við dansitónleiki í Vági

Ístaðin fyri at syngja sálmar, fara tey at spæla dansitónleik

Næsta vikuskiftið verður ein sermerkt gudstænasta í Vági. Tað er í sambandi við stevnuna við dansiorkestrum í næsta vikuskiftið, 8. Og 9. mei, at skipað verður fyri eini sermerktari gudstænastu, sum ikki er roynd her á landi áður. 

 

Tað verður Theodor Olsen, prestur í Hoyvík, sum fer til Vágs at halda dansiorkestur-gudstænastu á stevnuni í Vági.

 

Hendan dansiorkestur gudstænastan verður í ávísan mun sum ein vanlig gudstænasta. Men í staðin fyri sálmasang, verður tað dansitónleikur, sum verður spældur og sungin til gudstænastuna.

 

Hesir somu Dansitónarnir verða eisini útgangsstøðið fyri prædikuna, sum presturin fer at halda.

 

Hendan serliga gudstænastan verður vesturi á Eiðinum leygardagin 9. mai. Viðrar, verður dansiorkestur-gudstænastan hildin úti, og har eru øll vælkomin, eisini, sum annars ikki ætla sær á sjálva stevnuna.