Gudstænasta fyri tey eldru

- Hetta verður gjørt í samarbeiði við Heimarøktina, sigur Fólkakirkjan í dag.

Í morgin klokkan 16 verður gudstænasta í Glyvra kirkju.

 

Øll eru vælkomin til hesa gudstænastu, men kirkjan vil á henda hátt venda sær til tey eldru við eini serstakari gudstænastu við altargongd.

 

- Hetta verður gjørt í samarbeiði við Heimarøktina, og eftir gudstænastuna bjóðar kirkjan ein kaffimunn, sigur Fólkakirkjan.