Gudstænastur fyri øll

Glyvra kirkja verður karmur um fleiri spennandi, og eisini nýggjar gudstænastur hesa komandi tíðina. Byrjað verður fríggjakvøldið við ungdómsgudstænastu.

Tónleikahugaði presturin við Glyvra kirkju  Meinhard Bjartalíð - hevur sett sær fyri at gera nakað serstakt fyri allar aldursbólkar í prestagjaldinum.
Her er talan um gudstænastur, ið venda sær serliga til tey ungu og gudstænastur, sum eru ætlaðar teimum eldru borgarunum.
Umframt hesi bæði rættiliga ymisku sløgini av gudstænastum, so fær kirkjufólkið í næsta mánaði høvið at syngja jólini inn, eins og tey fyrst í komandi ár kunnu sleppa til eina serstaka náttargudstænastu í kirkjuni.

Fyrst tiltakið í hesum umfarinum er ungdómsgudstænastan nú fríggjakvøldið.
Prestur hevur sett sær fyri at skipa fyri tveimum slíkum gudstænastum um árið. Soleiðis hevur verið seinastu trý árini.
Hesar gudstænastur hava verið væl vitjaðar, og vónað verður at soleiðis verður eisini á hesum sinni.
Til hesa gudstænastuna hava konfirmantarnir í sóknini fingið serstaka innbjóðing.
Óhugsandi er ikki, at mong ung verða til hesa gudstænastuna, tí Ungdómskórið á Glyvrum fer at luttaka við sangi í annaðkvøld.
Áhugin hjá teimum eldru fyri serstaku gudstænastuni hjá teimum hevur eisini verið vaksandi. Tá byrjað varð við hesum fyri fýra árum síðani, vóru eini 80 fólk í kirkju, men so líðandi er talið vaksið upp í 120.
Eitt stórt arbeiði er gjørt fyri at kunna tey eldru um hesa gudstænastuna, m.a. gjøgnum Heimarøktina, dagtilhaldið, eldrafelagið og aðrar vegir.
Við gudstænastuna fara skótarnir at seta sín dám á við Lucia-gongd. Aftaná verða øll boðin til ein drekkamunn.
- Og sum eg skilji á lagnum, so eru tey eldru sera spent uppá júst hesa gudstænastuna, sigur presturin, Meinhard Bjartalíð.

Jólasangur
Nú vit álvara eru farin at nærkast adventini, so ætlar prestur eisini at kirkjufólkið skal sleppa at syngja jólini inn.
Hetta hendir sunnukvøldið 18. desember, sum eisini er 4. sunnudagur í advent.
Tá bjóðar Glyvra kirkja øllum áhugaðum til ein tiltak, har ein fer at syngja teir góðu gomlu jólasálmarnar, samstundis sum trý kór fara at seta sín dám á gudstænastuna.
Talan er um Kór Glyvra Kirkju, Barnakórið og Manskórið.
Fjórða spennandi gudstænastan er ein náttargudstænasta, sum ikki áður hevur verið hildin í økinum.

Á nátt
Henda gudstænastan verður um mánaðarskiftið januar/februar, og fer at byrja kl. 10 á kvøldi. Hetta verður ein gudstænasta, har dentur eisini verður lagdur á meditatión, bøn og kvirru. Gudstænastan verður eisini serstøk á tann hátt, at ein spildurnýggjur sangur verður sungin hetta kvøldið.
Tað er norska sálmaskaldið, Svein Ellingsen sum hevur yrkt sangin "Noen må våke i verdens natt", sum verður sungin í føroyskari týðing á fyrsta sinni hetta kvøldið.
Við gudstænastuna verða eisini sjey ymiskar bønir bidnar. Fyri hvørja bøn verður eisini eitt bønarljós tendrað. Umframt hetta fer eitt kór at luttaka við sangi, eins og altargongd verður á skránni.
Út frá hesum kann tí sláast fast, at Glyvra kirkja verður nógv nýtt ta komandi tíðina. Ikki bert við vanligu gudstænasturnar sunnudagar, men eisini til aðrar tíðir.

Ymiskar gudstænastur
Hesar komandi mánaðirnar verða Glyvra kirkja karmur um hear gudstænastur:
Fríggjadagin 18. november kl. 20: Ungdómsgudstænasta
Fríggjadagin 2. desember kl. 16: Eldragudstænasta
Sunnukvøldið 18. desember kl. 20: "Vit syngja jólini inn"
Mánaðarskiftið januar/februar 2006: Náttargudstænasta