ÓLAVSØKA: Um nakrar fáar tímar fer skrúðgongan við prestum, løgtingsfólkum, landsstýrisfólkum og øðrum í Dómkirkjuna, til ta serstøku ólavsøkugudstænastuna.
Her verður tað Hanus á Gørðum, prestur úr Klaksvík sum skal prædika. Og hetta er ikki ein uppgáva, ið hann ætlar at fara lætt um.
Í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum sigur hann, at henda gudstænastan hevur sín heilt egna dám:
- At halda prædikuna á ólavsøku er ein stórur heiður. Tað er nakað serstakt, og næstan sum ein próvtøka. Allir prestar síggja við spenningi og gleði fram til hesa løtuna, sigur Hanus á Gørðum.
Í prædiku sínari ætlar prestur at lýsa samtíðina, har serliga materialisman er ein stór avbjóðing.
- Prædikan fer at snúgva seg um materialismu og samfelagið, og um rannsakan av sær sjálvum og kirkjuni, helst við støði í egnum lívi og lívinum hjá okkum, sum liva í samfelagnum í dag.
- Materalisma og sjálvgóðska er veruliga nakað, sum vit mugu fyrihalda okkum til og nakað vit mugu minna okkum sjálvi á og taka til viðgerar, sigur Hanus á Gørðum við blaðið.
Henda ólavsøkugudstænastan verður uppaftur meiri serstøk fyri prestin úr Klaksvík. Tað er nevniliga Kirkjukórið úr Christianskirkjuni í Klaksvík sum skal syngja undir gudstænastuni.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt kór úr Klaksvík luttekur við eina slíka gudstænastu.
MYND:
Hanus á Gørðum (vm.) og Jógvan Fríðriksson, bispur hittast aftur í dag. Her eru teir til samkomu í Christianskirkjuni í Klaksvík
Myndatøka: Dávur Winther