Sunnudagin klokkan 16.00 verður ein serlig minningargudstænastu í kirkjuni í Porkeri fyri tey, sum hava mist pinkubørn. Í eitt ár hava foreldur, sum hava mist pinkubørn, verið í sjálvhjáparbólki sum Gigni, heilsufrøði til børn og ung, hevur skipað fyri.
Bólkurin hevur tikið stig til at hava minningargudstænastu, fyri at foreldur, systkin, ommur, abbar, og øll avvarðandi annars, kunnu fáa høvi at minnast teirra lítla barn.
Men gudastænastan er ikki bert ætlað teimum næstu avvarðandi og tí eru øll, sum hava eitt pinkubarn at minnast, vælkomin á gudstænastu.
Tað verður Patrick de Neergaard, prestur í Vági, sum prædikar.
Aftaná gudstænastuna verður drekkamunnur í Húsinum við Á í Porkeri, har øll eisini eru vælkomin.