Umframt dystin millum Effoliðini hjá havnarfeløgunum báðum, HB og B36, so verður ovari vøllur í Gundadali í morgin eisini karmur um útigudstænastu. Tí í morgin - annan hvítusunnudag - klokkan 11 skipa prestarnir í Havnini fyri eini útiguðstænastu.
Ann Dahl Hansen, prestur, sigur, at nógv spennandi verður á skránni.
Havnar hornorkestur og GHM fara at spæla undir sálmasanginum. Vit fara at syngja bæði sálmar og sunnudagsskúlasangir. Kór fer at syngja fyri okkum, og eftir guðstænastuna verður drekkamunnur og okkurt gott til børnini, sigur hon.