Tað er ikki á hvørjum degi, at sumbingar og fólk í Suðuroy kunnu fara til eldragudstænastu. Men tað sleppa tey í morgin.
Mikudagin klokkan 16 verður nevniliga ein eldragudstænasta í Sumbiar kirkju.
Tað er Hanus á Gørðum, ið virkar sum prestur í Klaksvík, sum kemur hava gudstænastuna.
Hanus á Gørðum vitjar henda dagin í Suðuroy, saman við eldrasamkomuni í Christianskirkjuni í Klaksvík. Tey verða væntandi eini 60 fólk í tali, sum henda dagin gera útferð í Suðuroynni.
Bæði Sumbiar kirkja og Hanus á Gørðum boða frá, at fólk úr allari oynni eru hjartaliga vælkomin til hesa eldragudstænastuna.









