Gudsavnoktarin vil broyta heimin

Hann stríðist móti religiónini. Hann er gudsavnoktari. Og hann vil broyta heimin. 28 ára gamli havnarmaðurin John Johannesen vil skifta yvirtrúgv út við heimspeki og fornuft, og í framtíðini ynskir hann at fara undir fyrilestrarvirksemi í Føroyum. Sosialurin hevur hitt ambitiøsa ateistin

Keypmannahavn: Komin út á Grønjordskollegiið á Amager ein illsligan regndag seint í november stígi eg inn í lítla kamarið. Millum bøkur, pappír og tvær teldur á óruddiliga skrivaraborðinum bjóðar 28 ára gamli havnarmaðurin John Johannesen vælkomin.
Fyri nøkrum árum síðani trein ungi havnarmaðurin inn á almenna, føroyska kjakpallin. Við hvøssum penni var kristindómurin undir sjóneyku, og viðgerðin var náðileys. Kristnu Føroyar høvdu fingið ein mótstøðumann, sum ikki spardi uppá krútið í kontantu lesarabrøvunum. Mótstøðumenninir vórðu skjótir at svara, og kjakið gekk stundum harðliga fyri seg. John Johannesen gjørdist eitt alment navn í átrúnaðarliga kjakinum.
Men eftir intensa skriving hvarv luttøka hansara í føroysku fjølmiðlunum, og nú eru tvey ár liðin, síðani revsandi skribenturin hevur markerað seg. Hann lesur heimspeki á Københavns Universitet, og Sosialurin hevur hitt mannin til eitt prát um lívsáskoðan.
Antipati
John Johannesen greiðir frá, at hann sum 14 ára gamal byrjaði at hugsa um tilverunnar meining. Spurningurin um heimsins neyð, órættvísi og líðing tyngdi unga havnardrongin. Hann fór at lesa Bíbliuna og setti seg í samband við talsmenn fyri kristindómi í Føroyum. Men í síni leitan fann John einki, hann kundi nýta.
? Tað, eg hitti, var býttleiki frá A til Z. Ósamanhangandi mótsetningar gjøgnumsúrgaðu tað, eg stóð andlit til andlits við, og haðani stavar helst mítt antipati mótvegis kristindómi, sigur John Johannesen. Hann sipar m.a. til klassisku grundgevingina um ein Gud, sum kann alt, men sum einki ger.
? Tað kann hvørki prógvast ella mótprógvast, at ein ella annar Gud er, men við tað at bíbliunnar Gud er specifikkur og væl lýstur, kann hann mótprógvast. Tað stendur, at hann er algóður, almáttugur og alvitandi, men alt hetta verður víst aftur, hyggja vit kring okkum og ásanna líðing, pínu og neyð. Hetta sigur John við íblástri frá klassisku spurningunum hjá gamla grikska heimspekinginum Epikur, sum gjøgnum árhundrað hevur verið afturvendandi í kjakinum um Guds eksistens.
John er tí farin í hernað. Ikki móti einum óndum Gudi, men ímóti illusiónini um henda Gudin, sum situr omanfyri alt og eygleiðir okkum neyðars menniskju.
? Afturvendandi grundgevingar frá kristnum menniskjum er, at ein hinvegin heldur ikki kann mótprógva Guds eksistens, men Loch Ness ódjórið ella nissur eru heldur ikki mótprógvaðar. Sannleikin skal metast um við støði í prógvum og ikki manglandi mótprógvum, og tað snýr seg ikki um at finna fram til, hvat er møguligt, men hvat er sannlíkt, sigur John Johannesen, sum leggur afturat, at uttan at hava hetta við í okkara søkjan eftir vitan kann ein og hvør láturlig og ósannlík læra fáa virði, bert tí hon ikki kann mótprógvast.
? Eg kann ikki mótprógva, at 25 ósjónlig spøkilsi eru í hesum rúminum, men fyri tað meta vit ikki henda pástand hava virði. Tí mugu vit seta krøv til sannleikan og ikki góðtaka eina læru, sum á ongan hátt kann roynast. Fráveran av mótprógvum er ikki grundarlag fyri at góðtaka nakra læru, slær atfinnarin fast.
Í nógv ár fór frítíðin við at granska heimspeki og átrúnað, og seinastu árini í seinastu øld gjørdi John seg galdandi í almenna kjakinum. Hann greiðir frá, at hann fekk ein øgiligan respons og kom í samband við nógv menniskju ymsastaðni frá. Skjótt gjørdist John ein umstríddur oddamaður í einum lítlum bólki, sum vildi gera upp við kristna siðarvin.
Positivistur
Júst á hesum øki liggur teoretiska bakgrundin fyri tí, John stríðist fyri.
? Um eg skal plaserast í nakra heimspekiliga kategori, er tað mest beinrakið at kalla meg positivist. Tað vil siga, at okkara viðurkenningar (erkendelse) um sannleikan altíð skulu kunna roynast. Allar lærur og áskoðanir, sum ikki kunnu testast í praksis, verifiserast ella falsifiserast, hava einki virði, sigur John Johannesen avgjørdur.
Positivisman er ein heimspekilig rørsla við tøttum tilknýti til náttúruvísindina, sum tók seg upp í 1920´unum í Wien. Høvuðsboðskapurin er, at eitt og hvørt erkennilsi um veruleikan skal kunna roynast við hjálp av ítøkiligum metodum. Allar metingar og útsagnir, sum ikki kunnu staðfestast við royndum og observatiónum, eru óviðkomandi og tómar. Harvið er ikki sagt, at slíkar lærur eru falskar - teirra sannleikavirði kann jú ikki roynast - men tær eru ikki áhugaverdar og tískil spill av tíð fyri seinnleikasøkjandi menniskju.
Hetta er bakgrundin fyri radikala samanstoytinum millum John Johannesen einumegin og trúgv og "metafysiskar spekulatiónir" hinumegin.
Vegetar og avhaldsmaður
Størsta stigið í síni leitan eftir sannleika var, tá John skjótt gjørdist vegetar, tí hann metti tað vera órættvíst, at okkara sam-kensla bert skal fevna um onnur menniskju og ikki allar kensluligar skapningar.
? Um vit meta, at samkensla er ein dygd, mugu vit eisini taka avleiðingarnar. Samkensla merkir at deila kenslur, og tá djór hava eins sterkar kenslur og menniskju, eigur samkensla okkara sjálvsagt at umfata djórini, greiðir John frá.
Hann var - so vítt hann veit - ein av fyrstu føroyingunum, sum av moralskum orsøkum tók vælsmakkandi kjøtið av borðinum, men skjótt høvdu aðrir føroyskir eftirfylgjarar gjørt honum eftir. Í dag hevur John livað sum vege-tarur í nógv ár, og hann er virkin í danska felagsskapinum Anima, sum berjist fyri djórarættindum.
? Við føroyskum oyrum er hetta løgið og radikalt, men djór eru "the niggers of our time", tí tey eru tann bólkurin, vit hava gloymt at vera góð við. Teir somu, sum bardust fyri teim fátæku, sóu burtur frá rættindum teirra myrku; teir somu, sum bardist fyri teimum myrku, ignoreraðu kvinnurættindi, og teir somu, sum í dag berjast fyri universellum mannarættindum, gloyma djórini. Eg vil taka seinasta stigið í sivilisatiónsgongdini og tryggja djórunum virðing og sømilig kor, slær John fast.
John samanber samkenslu við ein samanhangandi pínutráð millum allar følandi skapningar. Tað vil siga, at tá mín næsti brennir seg, fái eg eisini ilt, og tá mín næsti syrgir, syrgi eg eisini.
? Eitt etiskt lív byrjar, tá hesin universelli pínutráðurin gerst samanhangandi og ikki bert umfatar ein part av heimsins skapningum. Eingin haldgóð grundgeving er fyri, at okkara samkensla ikki skal umfata allar skapningar, og orsøkirnar til at eta og pína okkara felags skapningar eru bygdar á reint sjálvsøkni. Eg tók avleiðingarnar, hóast tað var hart, ikki minst tí mamma ikki skilti, at eg knappliga ikki skoytti um hennara mat, sigur John flennandi.
Eitt annað stig á leiðini hjá ambitiøsa ateistinum var, at hann tók 100% frástøðu frá alkoholi. John sigur seg annars bert hava drukkið fáar ferðir í sínum lívi, men í dag kemur alkohol ikki uppá tal, tí hann metir ikki alkohol verða tengt at einum ábyrgdarfullum og etiskum lívshátti. John heldur, at ein kann ikki vera eitt ábyrgdarfult menniskja, um ein bert er tað onkuntíð - man má vera tað allatíðina.
? Alkohol er í dag eisini tengt at einum lívshátti, har hor, ótrúðskapur og primitivir løtuvinningar fara fram. Drykkjuskapur er jú í veruleikanum bert ein universal umbering. Man eitrar sinnið fyri at fáa seg at gera nakað, man annars hevði skammast um, heldur John avgjørdur.
Hann leggur afturat, at nógv drekka fyri at flýggja frá teirra gerandislívi. Men sambært honum vísir hetta bert, at okkurt er galið við teirra gerandislívi. Heldur enn at broyta sína sinnisstøðu eina løtu metir John, at fólk áttu at broytt seg sjálvi og teirra lív uppá longri sikt.
Bardagin
Sostatt var talan ikki um nøkur einstøk álop á kristindómin uttan nakað alternativ. Við nýggja lívinum gjørdist John ein hermaður. Hvønn dag sigur hann seg berjast á einum vígvølli, og slagið verður strítt fyri tí góða. Hann sigur, at lív hansara er vorðið ein sak fyri tí góða, og hann hevur stórar framtíðarætlanir.
? Eg havi ætlanir um at finna menniskju, sum ynskja tað sama sum eg, har ein etiskt lívsførsla er endamálið. Nógv menniskju ynskja at gera tað góða. Tey mangla bara hin partin, og tað er innlitið í, hvat tað góða er. Eg skal bara finna hesi menniskju, sigur John Johannesen.
Ein tann besta avgerðin, hann sigur seg hava tikið, var at góðtaka, at ein má geva upp ávís menniskju. Summi hava einfalt ikki hug, og hóast hetta kann tykjast kyniskt, ynskir John heldur at nýta orku uppá fólk, sum hava hug at gerast góð menniskju.
? Og tað hevur bert verið positivt. Eg havi fingið betri vinfólk og funnið vápnabrøður og systrar í míni sak, sigur John og líkist ikki sørt einum trúboðara.
Tey kristnu
Við eini strangari lívsførslu við reglum og treytum líkist lív hansara ikki sørt teimum, John finnist at. Og hann avnoktar heldur ikki, at felagsnevnarar finnast millum partarnar.
? Nógv menniskju gerast trúgvandi av góðum motivum, við tað at tey søkja sannleika og rættvísi, og gjøgnum mítt virki og skriving í bløðunum havi eg fingið samband við nógvar kristnar føroyingar. Menniskju, sum eg virði, tí tey hava nøkur mál og ynskja at berjast fyri tí góða. Eg vísi bert á, at teirra tilgongd til lívið hvílir á einum grundleggjandi skeivum erkennilsisgrundarlagið, sigur John. Sambært honum er einki so týdningarmikið fyri eitt gott menniskja sum at hava eina rætta veruleikafatan.
? Veruleikin kann bert broytast, um vit vita, hvør veruleikin er, og so leingi menniskju trúgva absurdideti, gera tey bert skaða og koma ongan veg, heilsar John sínum kristnu vinfólkum. Men er kristindómurin so ikki betri enn t.d. eitt lív í depressión uttan meining, innihald og endamál?
? Nei. Eg haldi, at tað kann líknast við at drekka seg fullan orsakað av depressión, ella sum tá ein strussur stingur høvdið í eitt hol av berum ótta. Eingin trupulleiki verður loystur av hesum. Einasta loysnin liggur í vísdómi, og har mugu vit venda okkum til heimspekina, sigur John Johannesen.
Absoluttur moralur
Men John umboðar á ongan hátt eina relativistiska lívsáskoðan, sum mangan verður tengd at einum ateistiskum sjónarhorni. Nýta vit logiskar metodur og fornuft er tað sambært John gjørligt at gera haldgóðar, absoluttar definitiónir av, hvat ið er gott, og hvat ið er ónt.
? Eg haldi at øll menniskjalig motiv kunnu býtast í tveir bólkar: egoisma og altruisma (góðska). Tað, sum ger menniskju ónd ella góð, er, hvat av hesum báðum, ið er mest týdningarmikið. Hetta kann myndast við eina vektskál við egoismu á tí einu skálini og góðsku á hinari, sigur John.
Hann greiðir frá, at vigar ego-isman meiri, so er egin lukka týdningarmiklast fyri viðkom-andi. Tað merkir, at ein er villigur at skaða onnur, um ein fær nakað burturúr, og ein hjálpir ikki øðrum, um ein einki fær burturúr.
? Men vigar góðskan hinvegin meiri, hevur tað tvær avleiðingar. Ein gerst harmleysur, og ein fremur eisini aktiva vælgerð. Tú hjálpir teimum, ið hava tað fyri neyðini, og tú skaðar sjálvur ongan, leggur John afturat. Niðurstøða hansara er, at flestu fólk eru ónd, og at idealini um sannleika og rættvísi einki virði hava fyri tey.
Men ikki øll. Og John leitar...
Fyrilestrar á veg
Framtíðin hjá John Johannesen verður sambært honum á bókmentafrøðiliga økinum. Hann leggur stóran dent á læru og heimspekiliga uppvenjing, t.d. við at gera heimspeki til lærugrein í fólkaskúlanum, og eftir lokna útbúgving í heimspeki er rithøvundayrkið sannlíkt. Umframt hetta hevur hann eitt ynski um at fara undir fyrilestravirksemi um heimspeki í Føroyum.
? Og áðrenn fyrilestrarnar ætli eg mær at herma eftir trúboðarum og lýsa við plakatum kring landið, sigur John flennandi. Spurdur til seinast, um hann er nøgdur við tilveruna, svarar John soleiðis:
? Eg er altíð søkjandi og til reiðar at revidera mínar áskoðanir, um onkur kemur við betri grundgevingum og próvførslu, men eg havi frið við mínum sjónarmiðum. Grundleggjandi eri eg svartskygdur og meti heimin vera óndan, og tað er høvuðs-uppgávan og avbjóðingin hjá einum og hvørjum etiskum menniskja at broyta, sigur 28 ára gamli havnarmaðurin.
Men John vil eisini viðganga, at hann er ólukkuligur. Lukka er sambært honum, tá ein samanumtikið er nøgdur, og so leingi pína finst, kann einki gott menniskja meta støðuna vera nøktandi.
? Góðska er nevniliga universaliseraður kærleiki. Tað er at elska øll - at vilja, at øll skulu hava tað gott. Ein móður er ikki lukkulig, so leingi barn hennara pínist, og barnið hjá tí etiska menniskjanum er allur heimurin, endar John.
Samd ella ósamd, so er John Johannesen eitt øðrvísi menniskja, vit helst koma at hoyra meiri til í framtíðini, og á veg yvir til metroina eftir samrøðuna hugsi eg um alt annað enn regnið og vindin, sum eg gjørdi, tá eg kom.
????
FAKTA
Navn: John Johannesen.
Aldur: 28 ár.
Besti filmur: Seven og Matrix - sera djúpir filmar.
Bestu rithøvundar: Platon, Peter Singer og James Rachels.
Besta bók: "Elements of Moral Philosophy" hjá James Rachels (lítil byrjunarbók um moralfilosofi).
Fyrimyndir: Platon, Mahatma Ghandi og Aragorn (Viggo Mortensen í Lord of the Rings). Ella ein og hvør, ið ger tað góða.
Motto: Tann, sum bert livir fyri at tæna sær sjálvum, ger heiminum eina tænastu, tá hann doyr.
Virði: Kindness, beauty and truth.