- Hendan bókin er eitt íkast til politiska kjakið. Tað sigur Hans Andrias Sølvará, sum hevur skrivað bókina Guds orð ella orð um Gud.
Áhugin fyri átrúnaði tykist at vera vaksandi her í byrjanini av 21. øld, og hetta sæst aftur í bókarúgvuni undan jólum.
Ein av bókunum um átrúnað er »Guds orð ella orð um Gud« eftir Hans Andrias Sølvará, sum er cand. mag. í søgu og heimspeki.
Høvundurin staðfestir í bókini, at átrúnaðarlig viðurskifti í størri og størri mun verða partur av politiska kjakinum. Tað hevur m.a. við sær, at tað er vorðið vanligt at grundgeva fyri politiskum
sjónarmiðum við at vísa til Bíbliuna. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at bókin hevur sæð dagsins ljós.
- Tað er rætt og slætt alneyðugt, at alment kjak er um alt tað, sum verður nýtt til politiska grundgeving. Eisini um Bíbliuna. Hendan bók er ikki skrivað fyri at gera seg inn á átrúnað ella trúgv hjá nøkrum. Bíbliukritikkur snýr seg ikki um Gud ella trúgv, hann snýr seg um tað, sum teksturin við skilvísum vísindaligum háttaløgum kann metast at kunna bera. Gud verður á ongan hátt ávirkaður av bíbliukritikki. Bíbliukritikkur snýr seg ikki um Gud; hann snýr seg um teir tekstir, sum menniskju hava skrivað um Gud. Á sama hátt, sum ávís menniskju er til, óheft av teimum tekstum, sum eru skrivaðir um tey, á sama hátt er Gud tann, sum hann er, óheft av teimum tekstum, sum eru skrivaðir um hann. Gud er ikki kjølfestur í Bíbliuni og kann hvørki prógvast ella mótprógvast við bíbliukritikki.
Bíbliukritikkur kann broyta ta mynd, sum menniskju hava av Gudi, men hann kann ikki broyta Gud. Hendan bókin snýr seg ikki um Gud, men hon er skrivað við tí í huga at geva eitt íkast til politiska kjakið í Føroyum, sum í størri mun verður grundaðá bíbilska tekstin. Gud verður hildin uttanfyri hetta kjakið, skrivar í bókini.
Fyrri parturin av bókini viðger Gamla testamenti, har kapitlarnir m.a. umrøða søguna hjá ísraelsfólki sambært Gamla Testamenti og Gamla testamenti sum keldur til søguna hjá jødunum.
Seinni partur viðger Nýggja testamenti, har evni sum munurin millum kirkjunnar Kristus og søgunnar Jesus verður umrøddur. Eisini skrivar høvundurin um Palestina og jødadómin á Jesu døgum og Nýggja Testamenti sum keldu til lív og virki hjá Jesusi.
Sagt verður frá forlagnum, at í bókini verður við kritiskum eygum hugt at nøkrum søgum og tekstum í Bíbliuni. Roynt verður at finna aftur til søguliga veruleikan, sum mest sannlíkt fjalir seg aftanfyri onkrar av teimum gudfrøðiliga grundaðu tekstunum og søgunum. Bókin snýr seg sum nevnt ikki um gudfrøði ella boðskapin í teimum bíbilsku tekstunum, men hon nemur fyrst og fremst við nakrar av trupulleikunum, sum fornfrøðingar, søgufrøðingar og tekstgranskarar hava peikað á, tá tað snýr seg um søguliga innihaldið í tekstunum.