Fótbóltur
Tey trý sponsku oddaliðini spældu samstundis leygarkvøldið. Áðrenn hetta, tað næst seinasta umfarið, vóru Real Madrid og Barcelona jøvn á stigum við 72 stigum hvør, meðan Sevilla hevði 71 stig.
Talan var um 90 spennandi minuttir, har fjepparar hjá Barcelona, Real Madrid og Sevilla skiftu millum ovfarakæti og vónbrot. Barcelona var fyrsta liðið at fara afturum, og hetta gleddust fjeppararnir hjá Real Madrid um. Heilt til Zargoza við einum brotssparki legði seg framum Real Madrid. Tá Messi beint eftir javnaði fyri Barcelona við einum málið, har hann við hondini skúgvaði bóltin upp um málmannin, var lagið ringt hjá Real fjepparunum. Málið fekk tankarnar at leita til landsmannin hjá Messi, ið hann so ofta er sammettur við, Diego Maradona, og hansara víðagitna “Guds hond” mál.
Messi skeyt stutt eftir enn eitt mál - hesaferð við beininum, og hóast Real Madrid fekk javnað, so gekk ikki long løta fyrr enn Zargoza aftur legði seg framum. Til fáir minuttir vóru eftir var støðan tann, at Barcelona var frammanfyri 2-1 og Real Madrid var aftanfyri 1-2. Í seinasta minuttin javnaði Ruud Van Nistleroy fyri Real Madrid, og samstundis skeyt Raul Tamudo mál fyri Espanyol móti Barcelona, so støðan í báðum dystum gjørdist 2-2. Samstundis megnaði eitt skert Sevilla lið einans at fáa málleysan javnleik móti Mallorca. Tí er støðan tann við bert einum umfari eftir, at Real Madrid og Barcelona eru jøvn á 73 stigum, men Real Madrid hevur vunnið innanhýsis dystirnar og gerst sostatt meistari, um liðini eru jøvn á stigum. Sevilla hevur 72 stig.
Í seinasta umfarinum møtast Sevilla og Barcelona, meðan Real Madrid hevur vitjan av Mallorca. Tí er møguleikin góður fyri, at Real Madrid verður spanskur meistari í ár.










