Guðrun sleipað á Fuglafjørð

Hon fekk um skrúvuna norðanfyri

Seinnapartin í gjár kom Brimil á  Fuglafjørð við garnabátinum Gudrun.

Gudrun hevði fingið um skrúvuna, meðan teir fiskaðu norðanfyri.
Tá ið skipini vóru komin at bryggju fóru kavarar frá Brimli niður at skera av skrúvuni á Gudrun.

 

Gudrun fiskar við havtaskugørnum undir Føroyum, skipið er bygt í Esbjerg í 1964 og er heimahoyrandi í Klaksvík, sigur Vørn í tíðindaskrivi í morgun. 

Myndina hevur Dávur Joensen tikið fyri Vørn.