Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíðarfelag hevur fólkafund úti í Djúpudølum í dag kl 15, har Guðrun Rógvadóttir Holm ber fram røðu.
Øll eru vælkomin í hesum dýrdarveðri til fólkafund í dag við Hvílisteinin í Djúðudølum, siga stigtakararnir.
Hvar er tað, spyrja fremmand fólk?
Tit koyra niðan á kolavegin og fyrsta avkoyring á høgru síðu - ein stuttur vegstubbi, har verður gingið inn í Djúpadal.
Sungin verður eisini, m.a. vakri sangurin, ið dugnaligi yrkarin, Petur Martin Petersen yrkti, um Hvílingarsteinin í Djúpudølum í sambandi við at hann helt røðu fyri nøkrum árum síðani og høvi verður at fáa ein drekkamunn.
Hvalbiar Sóknar Fornminna-og Framtíðarfelag tók siðvenjuna við at halda fólkafund upp í 1992, og tá var tað við Gamla Skúla í Hvalba og nú er tað so flutt yvir í Djúpadal, har tað hóskar seg betur - tí nú eru vit úti í haganum, eins og føroyingar, ið hildu fólkafund fyri meira enn hundrað árum síðani.
Guðrun Rógvadóttir Holm ber fram í røðuni í dag.
Guðrun skapti og eigur Heima í Stovu, saman við Johan, og skapti og eigur Guðrun og Guðrun saman við Guðrun Ludvig, og hon hevur ferðast kring allan heim fleiri ferðir, so hon hevur upplivað nógv spennandi og hevur nógv uppá hjarta.
Pápi Guðrun er hvalbingurin Rógvi Holm úr Bakkhús, og gott er at hon er komin á slóðina aftur, og at tey øll hjá henni trívist so væl í Hvalba.
Vælkomin øll somul til Fólkafundin í dag kl. 15, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi