Millum tey fýra, sum doyðu, var onnur av teimum báðum føroysku flogternunum. Tað er tann 41 ára gamla Gudrun Hervør Joensen úr Bø, sum búði í Sandavági og hevur flogið við Atlantsflog síðani mars í 1992. Eftir Gudruna sita maður og tvey børn.
- Vit drýpa høvur í sorg um at hava mist okkara starvsfelaga, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Hini trý, sum doyðu vóru Martin Charles Evertsen, 51 ára gamal, Jarle Reime, 33 ára gamal og Per Olaf Skjæveland, somuleiðis 33 ára gamal.
Hetta tíðindaskrivið kom frá Atlantic Airways:
- Atlantic Airways boðar frá, at flogternan, sum læt lív í vanlukkuni í Stord
í morgun, er tann 41 ára gamla Guðrun Hervør Joensen í Sandavági. Guðrun
Hervør Joensen hevur starvast hjá Atlantic Airways síðan mars 1992. Eftir
hana sita maður og tvey børn. Vit drýpa høvur í sorg um at hava mist okkara
kæra starvsfelaga og hava djúpastu samkenslu við teimum, ið eftir sita.
Tey fýra, sum fórust í vanlukkuni í Stord, verða nú endaliga eyðmerkt, stendur í tíðindaskrivinum.










