Guðrun & Guðrun taptu

Stof og Sy hava ikki brotið upphavsrættin

Stof & Sy boða í dag frá á Facebook, at tey eru frífunnin í rættinum, í málinum um Sara Lund-troyggjuna. Málið hevur koyrt í hálvtannað ár, og tey siga, at tey eru lætnaðar um hjartað, nú dómur er sagdur í málinum.

 

Málið snýr seg um eyðkendu Guðrun & Guðrun troyggjuna, sum Sarah Lund, høvuðspersónur í donsku seriuni Brotsgerðin, eisini nevnd stjørnutroyggjan.

 

Stof og Sy hava selt garn og mynstur til troyggjuna síðani 2007, tá Brotsgerðin var víst á DR, men Guðrun & Guðrun vildu hava hana at gevast, orsaka av, at troyggjan er teirra snið, og tær ynskja ikki, at onnur vinna pening upp á teirra arbeiði.

 

Men nú er so dómur fallin og Stof og Sy eru frídømd.