Gudrid á øðrum plássi

Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Fortuna eru vaknaðar úr dvala, og um vikuskiftið vunnu tær á oddaliðnum úr DHG. Menninir hjá Fortuna orkaðu ikki so væl og teir taptu sín dyst móti DHG

Tað gongur strálandi hjá Gudrid og Fortunu í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Fyrr í kappingarárinum kom stígur í, men nú tykist ferð verða komin á aftur hjá teimum.

Um vikuskiftið var lokaluppgerð í Odense hjá bæði monnum og kvinnum.

Bæði liðini hjá DHG liggja á fremsta plássi, og tískil var væntandi, at tað kundi fara at gerast torført, at fáa fulla úrtøku úr dystunum.


Gudrid og tær vunnu

Hóast væntandi var, at talan skuldi fara at vera um ein spennandi og drúgvan dyst, so sá ikki soleiðis út eftir fyrra hálvleik, tí har gjørdu Gudrid og tær stutta prosess. Tær løgdu hart út, og vunnu rímuliga lætt fyrra hálvleik.

Í seinna hálvleiki harafturímóti var ikki so lætt at koma til sigurs, tí oddaliðið í donsku meistaradeildini vildi fegin hava eitt orð at siga í hesum dystinum.

DHG fótaði sær aftur og fekk annan hálvleik til høldar, soleiðis, at nú var neyðugt við einum javnbrótara fyri at fáa dystin avgjørdan, og her var tað Fortuna, sum dróg longra stráðið. Tískil vunnu tær dystin 2-1, og eru nú javnar í stigum við DHG, hóast Fortuna hevur spælt ein dyst fleiri enn DHG.

Men tað er ikki eiti á spenningur Gudrid er vorðin partur av.


Bárður tapti ? enn einaferð

Hjá monnunum í Fortuna gekst einki serligt. Liðið hjá DHG er heldur ikki hvør sum helst, tí teir hava bara tapt tann eina dystin í ár ? ímóti Fortuna.

Kortini var dysturin ikki heilt uttan spenning, tí javnbrótari mátti til í fyrra hálvleiki.

Men, sum Bárður sjálvur tekur til, so hevur DHG fleiri streingir at spæla upp á , og tí vunnu teir dystin 2-0.

Úrslitið av dystinum hevði tað við sær, at Fortuna varð liggjandi á næstaftasta plássi í bestu flogbóltsdeildini í Danmark, og har hava teir seks stig fyri, Men teir liggja rímuliga tryggir, tí niðafyri teir liggur Roskilde, men teir hava einki stig fingið í ár.

Sosialurin ynskir Gudrid og Bárði framhaldandi góða eydnu í donsku flogbóltskappingini.