Tað hoyrir seg til, at eitt langt og strævið kappingarár verður rundað av við eini ordans gallaveitslu, og soleiðis er eisini hjá flogbóltinum.
Umframt at vera kvøldið, har bestu avrikini gjøgnum kappingarárið verða kosin, so gevur hetta eisini spælarum og øðrum møguleikan at hittast undir meira hugnaligum umstøðum, enn tá andlitini eru hvør síni megin, og alt verður sett inn upp á at vinna hvønn tann einasta bólt.
Sjálvt hædarpunktið er tó, tá tey avrikini á árinum verða kosin, og í vetur hava spælarar og venjarar gjørt av, at Gudrid Nolsøe úr Mjølnir og Suni Juul Pedersen úr Fleyr hava verið tey stinnastu við flogbóltinum.
Virðislønirnar, ið lætnar vórðu, vóru hesar:
Ársins dómari
Jan Hentze
Ársins verjuleikari
Kvinnur: Margit G. Joensen, Mjølnir
Menn: Rói Hentze, Fleyr
Ársins blokkleikari
Kvinnur: Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Suni Juul Pedersen, Fleyr
Ársins venjari
Kvinnur: Ragnar í Haraldsstovu, Dráttur
Menn: Boban Ilic, ÍF
Ársins hevari
Kvinnur: Kristina Mouritsen, Dráttur
Menn: Ólavur Jensen, SÍ
Ársins álopsleikari
Kvinnur: Gudrid Nolsøe, Mjølnir
Menn: Bárður Jacobsen, ÍF
Ársins stjørnuskot
Kvinnur: Eva Nagata, Fleyr
Menn: Hjørtur Eliasen, ÍF
Ársins leikari
Kvinnur: Gudrid Nolsøe, Mjølnir
Menn: Suni Juul Pedersen, Fleyr