Mentanarvikan Skýming, sum byrjaði í dag við stórum familjutiltaki í Løkshøll, verður alment sett í Løkshøll í morgin, sunnudagin klokkan 15.
Tað verður stjórin í Visit Faroe Island, Guðrið Højgaard, sum fer at seta mentanarvikuna.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, sum vegna býráðið eisini er vertur fyri mentanarvikuni, fer at bjóða vælkomin.
Við hátíðarløtuna fer Nes Sóknar Musikfelag at spæla, Elinborg Pálsdóttir fer at syngja, og tað fer Barnakórið av Strondum eisini.
Úr Runavík verður sagt, at við setanarløtuna í Løkshøll verður eisini ymiskt annað á skránni, og eitt nú verður ein stuttfilmur vístur.