Fyriskipararnir Við Brúnna kunngerða nú 3 nøvn afturat til tónleikatiltakið á Oyrarbakka .
Guðrið Hansdóttir trínur á pallin við bólki. Seinastu tíðina hevur hon mest verið at hoyrt sum helvtin av bólkinum Byrta, men nú fáa vit so høvi at hoyra Guðrið framføra teir góðu sangirnar av hennara egnu útgávum.
Frank in a Phonebox er ein av nýggju bólkunum við ungum evnaríkum tónleikarum úr Havn. Teir spæla egnan tónleika og fáa góð skoðsmál millum yngru áhoyrararnar. Spennandi verður at hoyra teir á einum stórum palli.
Norrøna Dansband fer at bjóða upp til dans fyri tey meira tilkomnu í Eydnuni, sum eisini verður partur av tí stóra og fjølbroytta tiltakinum Við Brúnna.










