Um listina hjá Guðrið verður sagt, at hon við verkum sínum bjóðar mørkunum hjá leirinum av.
- Vanliga hevur tann ímyndandi listarliga siðvenjan verið væl umboðað í Føroyum, men Guðrið er harafturímóti abstrakt við tilvísing til bæði byggilist og náttúru. Ynskið um at menna tað listarliga í leirinum sæst aftur í arbeiðinum hjá Guðrið Poulsen, eins og hon er nógv upptikin av spurningum um tilveruna, sum lívið ímóti tankanum, tað óstøðuga mótivegis tí verandi, tað lítla rúmið mótvegis tí stóra heiminum, verður sagt um framsýningina, sum er opin í døgunum 30. august til 19. oktober.