Tað kom óvæntað á flest øll fólk í morgun, tá tíðindi bórust, at Gudny Langgaard hevur lagt frá sær sum stjóri í Vodafone. Í hennara stað er Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, settur sum fyribils stjóri.
Við in.fo fyrr í morgun segði hon, at avgerðin longu varð tikin í mars.
– Tað var í marsmánaði, at eg boðaði frá, at eg ynskti at leggja stórastarvið frá mær. Eg trívist væl í samskiftisvinnuni, men har eru størvini avmarkað. Mínar kvalifikatiónir eru leiðsla og marknaðarføring, og tað eru uppgávur, sum allar fyritøkur hava tørv á.
Men sum Norðlýsið vísir á, at so er tað ikki meira enn tvær vikur síðani, 27. apríl, at Gudny Langgaard var gestur í sendingini hjá Norðlýsinum á R7, og tá var støðan ein heilt onnur.
Spurd av Helga Abrahamsen, um hvussu leingi hon ætlar at vera stjóri í Vodafone, svarar Gudny Langgaard.
- Tað er ein góður spurningur. Vissi eg skal bestemma, so verður tað leingi afturat, men nú fáa vit at síggja.
Til ber at hoyra ljóðbrotið hjá Norðlýsinum við at trýsta á pílin undir mydini.










