Gudny og Jonhard nýggj í Fiskaaling

Nevndin í P/F Fiskaaling hevur fingið tveir nýggjar nevndarlimir.

Mánadagin varð aðalfundur hildin í P/F Fiskaaling, har tveir nýggir limir vórðu valdir í nevndina.

 

Tey nývaldu eru Gudny Vang, góðskuleiðari hjá Marine Harvest Faroes, sum kom í nevndina fyri Rúna Weyhe og Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling, er nýtt starvsfólkavalt umboð í staðin fyri Astrid Hansen.

 

Í nýggju nevndini sita nú: Sigurð Ó. Vang, stjóri, Turid Mørkøre, granskari, Hóraldur Joensen, lektari, Jonhard Eysturskarð, granskari, Arne Poulsen, ráðgevi, Leif av Reyni, rakstrarleiðari og Gudny Vang, góðskuleiðari.