Gudny Mikkelsen vann Suzuki bilin

Síðan apríl 2004 hevur Rás2 havt eina kapping koyrandi, har fólk við at keypa bingoheftir vóru við í lutakastinum um ein Suzuki Ignis 1,3.

Leygardagin 18. desember var lutakastið í Rás2, og hepni vinnarin varð Gudny Mikkelsen í Syrðugøtu.

Týsdagin 21. desember varð bilurin latin hjá Sp/f Eyðbjørn Hansen við Varðagøtu. Við tað at Gudny Mikkelsen í løtuni er stødd Danmark, varð tað sonurin, Esmar Mikkelsen, konan Dora, og synirnir Mortan og Jónas, sum heintaðu vinningin.

Í dag, hósdagin 23. desember, verður Gudny heintað á flogvøllinum í nýggja bilinum.