Tað er eftir øllum at døma Nema|Hey , ið hevði tær avbjóðingarnar, ið Gudny Langgaard hevði tørv á, tí felagið boðaði fyri stuttari løtu síðani frá, at Gudny er sett í starv sum nýggjur stjóri har.
Gudny Langgaard var í fimm ár stjóri á Vodafone, sum síðani skifti navn til Hey, og so aftur umvegis samanleggingina við Nema hevur fingið navnið Nema|Hey. Sostatt er Gudny aftur í gamla starvi sínum.
Boð komu frá Vága floghavn fyrr í dag, at Guðny Langgaard hevði sagt seg úr starvi sum stjóri "vegna nýggjar avbjóðingar".
- Við Gudny fær Nema|Hey ein dugnaligan og arbeiðssaman stjóra, sum hevur víst í verki at hon kann skapa góð úrslit og nøgdsemi millum kundar og starvsfólk. Vit eru í eini spennandi tíð har KT og samskiftistænastur renna saman, og Nema|Hey er í einari lyklastøðu at ganga á odda í tøkniligu menningini av Føroyum komandi árini. Gudny hevur drúgvar royndir í okkara vinnu og kennir marknaðin væl, sigur Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema|Hey.
Gudny Langgaard fer í starvið um miðjan august.










