Gudny er dóttir Hansu og Benjamin Joensen. Hon eigur tríggjar synir, Eyðun, Árni og Ólavur, og eina ommudóttir, sum eitur Vár. Maður hennara er Jákup Lindenskov Samuelsen.
Í 1978 varð hon útlærd sum skrivstovukvinna á skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro, har hon eisini starvaðist í nøkur ár. Skrivstovuyrkið hevur verið hennara arbeiði stóran part av arbeiðslívinum, men í mong ár starvaðist hon í handlinum hjá Trol- og Snørisvirkinum, til hon gavst har um ársskiftið. Nú er hon farin aftur til skrivstovuyrkið og starvast hjá Thor í Hósvík.
Gudny er ein álitiskvinna, nærløgd og dugnalig. Eitt, sum eyðkennir hana er, at hon er sera hjálpsom, og hennara partur liggur ikki eftir, tá ið á stendur. Hon er ærlig, fyrikomandi og líkatil. Hon er fitt, skemtingarsom og sosial og er sera væl dámd millum sínar arbeiðsfelagar.
Hjartaliga tillukku, góða Gudny, og nógv góð ár og Harrans signing framyvir.
Føðingardagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla í kvøld klokkan 19.00.
Myndatekstur.
Gudny við ommudóttrini Vár Árnadóttir










