Føroya Triathlon Felag skipaði sunnudagin fyri sprint triathlon. Kappingin var í Havn, og kappast var á hesum teinum: 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Hetta er væl styttri enn vanliga triathlon, og av tí kemur heitið sprint triathlon.
Fyrst var svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðugur at svimja, skuldi íðkarin skunda sær út á súkkluna og súkkla frá Svimjihøllini eftir Norðara Ringvegi, fram við Strond til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins. Her var skift til renning, og runnið var frá Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Teinurin var runnin 6 ferðir.
Gudmundur á odda beinanvegin
Gudmundur Joensen var fyrst úr hylinum, síðani kom Súsanna Skylv og uml. 2 minutt aftaná komu so Evald Rasmussen, Beinir Rasmussen og Andrass Joensen. Nakað aftanfyri teir komu so Kári Simonsen og Áslakkur Nesá.
Gudmundur var eisini fyrstur út á súkkluna, við Súsonnu í hølunum. Evald, sum var triðjur upp úr hylinum, skifti skjótast og fekk skjótt fatur á Súsonnu, men Andras, sum var eitt sindur seinni úr hylinum, vísti hesaferð, at hann er ein góður súkklari og megnaði at fáa Evald aftur, so báðir fóru út á renniteinin í senn.
Gudmundur var tá komin hálva leið runt fyrstu ferð, og eingin fekk hann aftur, hann bara økti og kom fyrstur um málstrikuna. Andrass og Súsanna runnu bæði væl, og komu á mál sum nr 2 og 3.
Evald kom fjórður um strikuna, við Áslaki í hølunum. Áslakur, sum var seinastur úr hylinum, vann seg skjótt fram í súkklingini, yvirhálaði bæði Beinir og Kára, og var í renningini við at fáa fatur í Evaldi, sum tó varnaðist vandan og setti ferðini so frægt upp, at hann kom á mál ½ minutt framanfyri Áslak.
Beinir Rasmussen, sum bleiv lokkaður við í síðstu løtu, legði út sum eitt óløgi í svimjingini, men mátti ásanna, at venjingin ikki er tað, hon einaferð var. Kári vann seg alla tíðina inn á hann, og á frysta renniumganginum fár hahh fram um Beinir, sum sostatt endaði aftastur.
Eisini var kappast í 1/12 triathlon.
Í 1/12 triathlon var bara tann eini íðkarin. Rannvá Djurholm hevði hesaferð lænt sæt eina kappingarsúkklu, og ikki kan sigast annað enn at væl gekst. Samanlagt var hon uml. 6 minuttir skjótari samanborið við í fjør, tað mesta í súkklingini, men ½ minuttur fór eisini av í svimjingini
16. sept verður aftur kappast, tá er tað FM á OL-teininum í triathlon, sum sær soleiðis út: 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Kappast verður tá eisini eisini í 1/12 triathlon.










