Klekingardepil fyri mentan millum ung

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at seta Guðmund Joensen í starv sum leiðara fyri ungdóms- og virkishúsinum Gulu Smiðju í Saltangará.

Guðmundur Joensen kemur úr starvinum sum leiðari fyri Ítróttaháskúlan í Vági

Guðmundur Joensen er 38 ára gamal og hevur fjølbroyttar royndir. Hann kemur úr starvinum sum leiðari fyri Ítróttaháskúlan í Vági - eitt starv, sum hann røkti frá fyrstu fetum skúlans í 2016 og til í summar. Hann hevur eisini royndir sum eitt nú sjálvstøðugur handverkari og úrvalsítróttarfólk.

 

- Gula Smiðja er nýggja ungdóms-og virkishúsið í Runavíkar kommunu, sum kemur at húsast í eyðkenda gula smiðjubygninginum miðskeiðis í Saltangará. Umframt hugnaliga og mennandi samveru er ætlanin, at húsið skal brúkast til fjølbroytt mentanarligt virksemi.

 

Í Runavíkar kommunu hava tey vónir um, at Gula Smiðja verður ein klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum.

 

- Guðmundur Joensen byrjar í starvinum í næstum. Fyrsta tíðin verður brúkt til at tilrættisleggja virksemið, sum skal vera í Gulu Smiðju, tá hon letur upp, siga tey í Runavíkar kommunu sum ynskja leiðaranum hjartaliga tillukku við starvinum og bestu eydnu.

 

##med2##

 

Guðmundur Joensen kemur úr starvinum sum leiðari fyri Ítróttaháskúlan í Vági

Í Runavíkar kommunu hava tey vónir um, at Gula Smiðja verður ein klekingardepil fyri mentan millum ung.