Guðmundur er sannførandi

Triathlon-risin hevur skúgvað alla mótstøðu til viks í úttøkukappingini í súkkling.

Hetta vikuskiftið eru úttøkukappingar í súkkling. Fyrsti teinurin var fríggjadagin, annar teinur var í gjár og í dag verður triði og seinasti teinur súkklaður.


Fríggjadagin vann Guðmundur Joensen einkultstartin. Hann var góðan hálvan annan minutt frammanfyri Jóanis Albert Nielsen, sum vísti Dáva Magnussen til eitt triðja pláss.


Í gjár var landavegsúkkling á skránni. Aftur her gjørdist Guðmundur Joensen fremstur. Hann súkklaði einsamallur um málstrikuna. Bogi Kristiansen gjørdist nummar tvey og Dávur Magnussen nummar trý.


Í dag er býarkoyring á skránni, og stóri spenningurin er sjálvsagt um tað skal eydnast Guðmundi Joensen at fáa hattrikk.


Seinni í dag verður kunngjørt hvørjir skulu umboða Føroyar í súkkling og triathlon á oyggjaleikunum í summar.