Gudmund Joensen tók sunnudagin lut í stórari kappingar í 1/4-ironman í Silkeborg.
Til samans vóru á leið 300 luttakarar, og millum hesar gjørdist Gudmundur fimti bestur við tíðini, 2 tímar, 10 minuttir og 43 sekund. Hetta eftir at svomið 750 metrar, súkklað 40 kilometrar og runnið 10 kilometrar.
Gudmund hevur tikið seg nógv fram seinastu árini, hevur seinastu tíðina gjørt somikið nógv um seg í Danmark, at honum nú stendur í boði at venja við TRI4, sum er eitt av fremstu triathlon-feløgunum í Danmark. Eitt tilboð, sum Gudmund eisini hevur tikið av.