Gudmund leingir við EB/Streym

Gudmund Nielsen verður eisini partur av hópinum hjá EB/Streymi í 2010. Tað skrivar heimasíðan hjá sundalagsmonnum. Leysasøgur vildu annars vera við, at Nielsen vendi aftur til barndómsfelagið B71, sum nú aftur skal spæla Vodafonefótbólt. 22 ára gamli sandoyingurin skifti til EB/Streym undan farna kappingarári. Hann hevur áður umboðað FF Giza og B71.