Gudloysi, til frama fyri øll

Fyri at ein kristin skal uppfatast sum missionerandi, má hann ágrýtin banka á hurðar, deila faldarar út á Vaglinum ella fara til Afrika at spreiða gleðiboðskapin. Ein gudloysingur hevur eyðsæð heitið, missionerur uppiborið, bert tí hann ikki dylur sína vantandi sannføring

Hesa dupultu meginreglu kundi ein ognað sær við at lurta eftir Bergi Debes Joensen, presti, í Degi og Viku, tann 26. august. Umboðar vantandi trúgv veruliga eitt so ómetaliga sannførandi trúarvirði? Er tað nóg mikið fyri ein gudloysing at vera til fyri at umvenda fjøldina til síni sjónarmið? Ella er tað so einfalt, at Bergur Debes Joensen hevur misskilt Gudloysi á einum grundleggjandi støði?

Í mun til illgruna Joensens, hevur Gudloysi ongar ætlanir um at ræna frá fólki teirra átrúnað. Vónandi verður missionering aldrin eitt punkt á endamálsorðing felagsins. At vilja áleggja øðrum sína egnu lívsáskoðan er í grundini eitt tekin um eina ómetaliga persónliga óvissu. Tí um tíni sjónarmið veruliga hava hald í veruleikanum, kann onki verðins vald vika sannleikavirði teirra. Hvussu ber tað til, at stigið til at stovna eitt felag fyri føroysk tortrúgvin verður sædd sum ein hóttan mótvegis kristnu virðunum? Er tað ein hóttan ímóti virðunum hjá øðrum at halda fast við rættin at hava egin virðir? Er tað ein hóttan, ikki at vilja vera tvungin av meirilutanum til at játta nøkrum, ein ikki kann taka undir við?

Bergur Debes Joensen krevur, at limir felagsins kunngera alment, hvønn gud, felagið trýr á. Hví Joensen heldur seg hava heimild til at seta slík krøv, er ilt at siga. Tó er støða felagsins til gudar als ongin loynidómur, og ein skuldi trúð, at navn felagsins veitti eina greiða ábending. Gudloysi er eitt felag fyri føroyingar, ið eru ivasamir viðvíkjandi tilveruni av gudum – øllum gudum. Hóast felagið fegið vil koma øllum á møti, er tað av givnu orsøkum tíanverri ógjørligt at svara spurningi Joensens.

Limir felagsins trúgva ikki upp á nakran gud, og kunnu tí ikki geva Joensen nakað, ið hann kann samanbera við sín Kristus. Hvørja lívsáskoðan limir felagsins annars hava, blandar felagið seg ikki í. Gudloysi er eitt felag fyri tortrúgvin av øllum slagi, tað verið seg ateistar, agnostikarar, fríteinkjarar, sekulerar humanistar, eksistentialistar, nihilistar, buddhistar, taoistar o.s.fr. Hvørji endamál og tiltøk felagið velur at virka fyri, verður avgjørt gjøgnum samráðingar og atkvøður limanna millum. Tó kann nevnast, at eitt av høvðusendamálum felagsins er at virka fyri skilnaði milum kirkju og stjórn. At verðsliggera samfelagið er ikki at vera ímóti átrúnaði. Tvørturímóti er einasti hátturin at vera fyri átrúnaði sum heild at nokta, at nakar serstakur átrúnaður fær sersømdir. Hetta áttu sjálvt trúgvandi at verið samd um, tí tað kann heldur ikki vera stuttligt hjá teimum tá annar átrúnaður verður trokaður inn á tey.

Til dømis legði eisini Jógvan Fríðriksson, bispur, í kringvarps-tíðindunum tann 25. august stóran dent á týdningin í at hava frælsi til at velja átrúnað frá. Beint eftir vendi hann tó á eini knappanál, og mótsegði sær sjálvum við at siga seg vera ímóti sekularisering. Á hvønn hátt kunnu fólk, ið ikki eru kristin, sigast at hava frælsi til at velja kristindómin frá, um lógarásetandi stjórn landsins er óloysiliga vígd til átrúnað meirilutans? Tað er lítið annað enn missionering, ásett av stjórnini. Tað er at vanvirða frælsi, tolsemi og fólkaræði. Fólkaræði, ið ikki hevur virðing fyri frælsi hins einstaka, og ikki veitir javnsett rættindi til øll, verður ikki verandi eitt fólkaræði. Tað verður til meirilutans einaveldi.

At stovna ein felagsskap, ið virkar fyri at skilja sundur kirkju og stjórn, er upp á ongan máta missionerandi. Tvørturímóti er tað at leggja grundvøllin fyri veruligum trúarfrælsi. Gudloysi er einasti bólkur í Føroyum, ið treytaleyst er fyri øllum persónligum átrúnaði.

Gudloysi kann røkkast á t-post addressuni:

Gudloysi@gmail.com