Gudleys ikki ríkisborgarrætt

Hóast Margaret Doughty hevur búð í USA í yvir 30 ár, skal hon nú til at stríðast fyri sínum rætti til amerikanskan ríkisborgarrætt. Tað skrivar Huffington Post.

Orsøkin til tað er, at Margaret Doughty er gudloysingur, samstundis sum hon opið er ímóti amerikansku vápnalóggávuni.

Tí vilja myndugleikarnir í USA tryggja sær frammanundan, at hon ikki hevur í hyggju at brúka ríkisborgarrættin til “óndar gerðir”.

Fyri at binda um heilan fingur hava myndugleikarnir sett henni ta treyt, at skal hon fáa ríkisborgarrætt, noyðist hon at fáa sær limaskap í eini kirkju, sum prædikar frið.