Gudjohnsen er í Barcelona

Eftir øllum at døma verður íslendski Eidur Gudjohnsen maðurin, sum skal loysa Henrik Larsson av í Barcelona. Íslendingurin, sum fyri seks árum síðani kom til Chelsea, hevur ikki verið fastur fúsur á liðnum hjá José Mourinho, og nú hevur felagið eftir øllum at døma játtað at selja.
 Vit hava givið Eidur loyvi at fara til Spania at tosa við Barcelona, eru boðini í einum tíðindabrævið frá enska felagnum.
Gudjohnsen er tann útlendski spælarin, sum hevur spælt næst flestar dystir í søguni hjá Chelsea. Verður talan um eitt skifti til Barcelona, verður hann fyrsti íslendingurin í spanska stórfelagnum.