Kendasti íslendski fótbóltsspælarin í okkara tíð, Eidur Gudjohnsen, sleppur ikki rættiliga fram at liðnum hjá Barcelona, og hann er hugaður at skifta aftur til Onglands, har hann var ein profilur í Bolton og Chelsea.
- Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum í Barcelona, men eg ivist ikki í, at eg endi aftur í Onglandi. Antin nú í summar ella um eitt ár, sigur Gudjohnssen.