Guddi bjóðaði lagkøku

Gudmund Jacobsen var í góðum lag í gjár, tá hann sigldi sína seinasta túr við Ternuni, áðrenn hann lat seg pensjónera.

Hann sigldi í sínum ungu døgum úti, men seinastu 10 árini hevur hann siglt hjá Strandferðsluni. At byrja við sigldi hann um Leirvíksfjørð, men tá Norðoyatunnilin lat upp, fór hann umborð á Rituna.

Seinastu seks árini hevur hann so siglt um Nólsoyarfjørð, fyrst sum nevnt við Rituni, men seinnu árini við Ternuni. Sum hann eisinin sigldi við um Leirvíksfjørð.

Hann letur væl at skipinum, og tað var kanska onkur meining við tí, at hann sigldi sín seinasta - almenna - túr um Nólsoyarfjørð, sama dag, sum Løgtingið endaliga samtykti at byggja nýggja Nólsoyarferju.

Hann hátíðarhelt dagin ikki bara við manningini, men við øllum ferðafólkunum, sum hesi seinastu seks árini hava havt Gudda sum skipara um fjørðin. Øll fingu lagkøku, smákøku, nekarakyss og karamellur, tá Guddi sigldi seinasta túrin av Havnini klokkan 16.20 og av Nólsoy aftur klokkan 16.45.

Men hóast Guddi nú fer í land, so væntar - og vónar - hann, at halda fram sum avloysari nøkur ár enn. So hóast hann fór alment í land og lat seg pensjónera, so fáa nólsoyingar helst framvegis gleðina av Gudda sum avloysara í nøkur ár aftrat.