Nýggi sóknarpresturin í Havn, Kristine Stricker Hestbech, heldur, at politikarar skulu lata verða við at blanda átrúnað upp í politiska arbeiðið Fyrrapartin var Kristine Stricker Hestbech, nýggjur prestur í Havn, gestur á Rás 2. Í sendingini varð millum annað tosað um átrúnað í gerandisdegnum, og lurtarar sendu eisini spurningar til prestin.
Ein av spurningunum frá lurtarunum var, hvat prestur heldur um, at átrúnaður og politikkur onkuntíð verða blandað saman í løgtingsarbeiðnum. Danski presturin hevði eina avgjørda hugsan um hetta.
- Átrúnaður og politikkur skulu ikki blandast saman. Tað er einki galið við at hava trúgvandi politikarar í løgtinginum, men tað er skeivt at spenna Gud fyri tann politiska vognin, segði Kristine Stricker Hestbech við Rás 2.










