Gud og umsorgan

Tíðindaskriv

»At taka ímóti Guds umsorgan« er avnið, tá Agape komandi vikuskiftið heldur vikuskiftisskeið.
Undirvísari verður danin Leif Kristiansen, sum er prestur og familju/psykoterapeutur. Hann hevur nógv ár á baki sum undirvísari og ráðgevi.
Nakrir av spurningun-um, ið hann fer at viðgera, eru:
?Hevur Gud bara umsorgan fyri tí andliga?
?Hevur Gud umsorgan fyri mínum likami?
?Fái eg eitt betri lív, um eg trúgvi á Guds umsorgan?
?Maður mín hevur senil demens. Hvar er Guds umsorgan?
?Eg líði av tunglyndi, og gerandisdagurin er ein hóttan. Hvar er Guds umsorgan?
Agape er grikska orðið fyri Guds kærleika til menniskju. Felagsskapurin Agape hevur millum annað sum endamál, at fremja bíbliutrúgva diakoni á evangelisk lutherskum grundarlagi, og gjøgnum boðan, upplýsing og um-sorgan at hjálpa í sálarligum og fysiskum trupul-leikum.
Agape hevur í nøkur ár verið virkið í Føroyum og skipað fyri skeiðum, fyrilestrum, møguleika fyri samtalum og øðrum.
Seinasta freist at melda til er: týsdagin 1. mars á telefon 310899