Í Guatemala brenna tey illamann á jólum

Illimaður býr í ruskinum, og tí verður vaskað og ruddað í eina heila viku

Einki jól uttan at gera jólareint, men meðan vit í Føroyum rudda upp og vaska, tí at okkum dámar at hava tað reint og ruddiligt um jólini, hava tey í Guatemala nakrar heilt aðrar - og eitt sindur meira álvarsamar - orsøkir til jólavaskið.

Í Guatemala siga tey, at illimaður og aðrir illir andar búgva í ruskinum við hús, og tí verður vikan upp undir jól brúkt til at rudda og vaska.

Á jólum verður síðani alt óruddið savnað í eina rúgvu uttanfyri, og ein ímynd av illamanni, aloftast úr papmaché ella líknandi, sett oman á ruskið.

Og so verður eldur settur á ruskrúgvuna!

Siðurin eitur La Quema del Diablo, brenningin av illamanni. Upprunaliga varð tað bert ruskið, ið varð brent, men við tíðini kom siðurin við illamannaímyndini eisini við.