Mánadagin fekk Manchester City viðhald frá ítróttardómstólinum í Sveis í kæruni, um at felagið hevur brotið fíggjarreglugerðina hjá UEFA. Evropesiska Fótbóltssambandið hevði útihýst Manchester City frá evropesiskum fótbólti í tvey ár, men tann dómurin stendur ikki við. Eisini er bótin minkað frá 220 niður í áleið 80 milliónir krónur.
Tað hava verið nógvar ákærur, síðani at UEFA kom við sínum dómi av fyrstan tíð. Manchester City saman við eitt nú franska Paris Saint Germain, verða mett sum feløg, ið keypad seg til sigurs. Stuðulsavtalurnar hava eisini sæð óvanliga góðar út og eitt nú týsk bløð hava sett spurnartekin við hesar avtalurnar. Nú hevur ítróttardómstólurin í Sveis fríkent Manchester City og venjarin er fegin og argur.
- Eg eri ótrúliga fegin um avgerðina. Hetta vísur, at alt tað, sum fólk hava sagt um okkum, var ikki sannleikin. Vit fara at verja tað, sum vit hava vunnið á vøllinum. Vit eiga at fáa eina umbering, tí um vit gjørdu nakað skeivt, so høvdu vit viðurkent avgerðina hjá UEFA, sigur Pep Guardiola.
José Mourinho, venjari hjá Tottenham, hevur sett spurnartekin við avgerðina, tí bótin stendur við. Hann hledur, at antin ert tú sekur ella ósekur. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, heldur fyri at tað er gott at Manchester City eisini skal spæla í Champions League komandi kappingarár, tí so skulu teir eisini spæla nógvar dystir. Tó legði hann afturat, at tað er ein óheppin dagur fyri fótbólt, tá FFP-reglugerðin ikki verður vird.
- Vit vænta ikki, at Liverpool, Tottenham, Arsenal, Chelsea ella Wolverhampton fara at verja okkum, men vit hava rættin til at verja okkum sjálvar, tá vit meta at vit einki galið hava gjørt. Tað hava tríggir óheftir dómarar eisini staðfest. Hetta er ein góður dagur, tí vit spæla við somu reglugerðini sum hini feløgini í Evropa, sigur Pep Guardiola á tíðindafundi hjá Manchester City.
##med2##
UEFA dømdi fyrr í ár Manchester City fyri brot á Financial Fair Play (FFP). Felagið hevur ikki uppgivið røtt tøl í samband við stuðulsavtalur í tíðarskeiðnum 2012 til 2016, og hareftir ikki samarbeitt í málinum. Revsingin var at Manchester City skuldi verða útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini, galdandi kappingarárini 2020/2021 og 2021/2022. Hartil fekk felagið eina bót á 222 milliónir krónur. Manchester City boðað beinanvegin frá, at felagið ikki góðtók dómin og fór at kæra málið til CAS.
Manchester City er í løtuni á øðrum plássi í Premier League, og hevur góðar møguleikar at koma víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League í ár.