Í fjør vann Leicester heldur óvæntað Premier League steypið. Undir leiðslu av italska Claudio Ranieri, fór felagið frá at vera niðurflytingarkandidatur, til at enda sum enskir meistarar.
Ranieri hevði ein serligan stíl í Leicester. Hann hevði millum annað eina avtalu við leikararnar um, at hann bjóðaði teimum pitsa fyri hvønn dyst, sum liðið helt málið reint.
Men tað eru eisini venjararar, ið ikki vilja síggja pitsa. Ein teirra er nýggi Manchester City venjarin, Pep Guardiola.
Í mun til undanfarna venjaran hjá Manchester City, Manuel Pellegrini, er nógv broytt á matarsrkánni í felagnum í summar.
Pep Guardiola hevur nevniliga givið Manchester City leikarunum forboð ímóti at eta pitsa, umframt at leikararnir ikki sleppa út at eta saman við unnustunum eftir dystir. Eisini hevur hann skorið djús vekk av matarskránni, og aðrar formar fyri tungari føði.
Og tað er ikki bara har, at Pep Guardiola hevur verið avgjørdur. Hann hevur nevniliga eisini avgjørt, at um man vigar ov nógv í mun til hvussu langur man er, og tískil verður mettur sum yvirvektigur, sleppur man ikki at venja við besta liðnum. Ein leikari sum hevur merkt hetta í uppstartinum er franski Samir Nasri, sum enn bara hevur vant við eykaliðnum, av tí at hann møtti upp eftir feriuna sum ov tjúkkur.
Sambært Pep Guardiola hevur alt hetta eina ávirkan, soleiðis at endaliga úrslitið hjá liðnum fer at vera betri tá árið er av.
Livst so spyrst!