Guardiola sleppur sær av við sjey spælarar

Tað verður talan um stóra útreinsing í Manchester City

 

Um nýggi høvuðsvenjarin hjá Manchester City fær sín vilja, so verður tað ein nógv broyttur hópur, sum fer at royna at vinna fimta meistaraheitið hjá Manchester City í ensku fótbóltssøguni.

 

Nýggi høvuðsvenjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola hevur higartil keypt fýra spælarar, sum eru Ilkay Gündogan, Nolito, Oleksandr Zinchenko og Aaron Rooy. Pep Guardiola er langt frá liðugur at keypa inn spælarar, og fyri at geva nýggjum spælarum pláss, so mugu aðrir spælarar seljast.

 

Willy Caballero, Pablo Zabaleta og Alexandar Kolarov standar allir til at blíva seldir úr felagnum, og enska blaðið "Daily Telegraph" metir eisini, at Eliaquim Mangala, Samir Nasry og Wilried Bony eisini hava spælt sínar seinastu dystir fyri Manchester City. 

 

Daily Telegraph skrivar eisini, at tað er eisini ivasamt um Yaya Toure og Jesus Navas hava nakra framtíð í Manchester City við Pep Guardiola, sum venjara.

 

13. august spælir Manchester City sín fyrsta heimadyst ímóti Southampton í Premier League.