Hetta merkir, at samstarvið millum Barcelona og Guardiola heldur fram til kappingarársenda næsta ár.
Guardiola, sum eisini var høgt í metum sum spælari í Barcelona, har hann í tíðarskeiðnum 1990 til 2000 vann spanska meistaraheitið seks ferðir, er nógv avhildin í felagnum. Hann tók við sum venjari í 2008 og fyrsta kappingarárið í felagnum vann hann heili seks steyp. Hetta var fyri at vinna sponsku deildina, sponsku steypakappingina, Champions League, sponsku og evropeisku Super Cup finalurnar umframt heimsmeistarakappingina fyri lið í desember í fjør.
Enn hevur Guardiola tó ikki undirskrivað nakran sáttmála. Sambært soccernet.com fer komandi forsetin í Barcelona at taka sær av pappírsarbeiðinum hesum viðvíkjandi, men munnliga avtalan um framhaldandi samstarv er gjørd.









